Innanlands

Maður yvirkoyrdur í ferðsluvanlukku í Havn: Doyði av løstinum

Ein eldri maður var í gjárkvøldið árendur av einum bili. Hann var seinni staðfestur deyður á Landssjúkrahúsinum

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-08-20 09:36 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein ferðsluvanlukka kravdi eitt mannalív í Jóannes Patursonargøtu í Havn beint eftir klokkan 22 í gjárkvøldið.

Talan var um ein eldri mann, sum ætlaði sær tvørtur um vegin við ein fótgangarateig við Vesturkirkjuna. Tá hann var á veg tvørtur um vegin, varð hann árendur av einum bili, sum kom koyrandi úr býnum niðan eftir Jóannes Patursonargøtu.

Sjúkrabilur og hjálp kom á staðið beinanvegin, men maðurin varð staðfestur deyður á Landssjúkrahúsinum.

Í bilinum vóru nógv ung fólk, og bilførarin var eisini ungur.

Løgreglan upplýsir, at tað ikki eru ábendingar um, at rúsevni og rúsdrekka er íblandað, men hetta er nakað sum verður kannað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder