Innanlands

Maðurin ið seldi følsk fiskiloyvir er funnin

Setti seg sjálvur í samband við løgregluna í nátt

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-01-30 08:19 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í farnu viku boðaði løgreglan frá, at tey leitaðu eftir einum manni, sum hesa seinastu tíðina hevði snýtt fleiri fólk við at skaffa sær pening við at selja ting, sum hann hvørki hevði ella átti nakað í.

Talan var eitt nú um mat, bátar, motorar og fiskiloyvir. Løgreglan segði seg vita, hvør maðurin er, og at hann var farin av landinum.

Í nátt ringdi maðurin sjálvur til løgregluna har hann játtaði seg sekan í onkrum av ákærunum.

- Tað er nú samband millum partarnar. Vit hava avtalað at tosa saman aftur, og hvussu víðari skal farast fram. Fyribils royna vit nú at fáa eitt yvirlit yvir hvussu umfatandi málið og harvið skuldsetingarnar eru. Tíbetur er maðurin sinnaður at samstarva, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í morgun.

Les eisini: Snýtt føroyingar á Facebook fyri túsundtals krónur

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder