Innanlands

Maðurin sum tendraði fjúsið mátti spela burtur áðrenn tað brast

Bilurin, ið skuldi koyra hann burtur frá brestinum, var í ólagið

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-11-25 12:49 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein maður, sum stóð fyri eini spreinging niðri í sandoyartunnlinum í gjáramorgunin, mátti “taka beinini á nakkan” og renna burtur fyri ikki at verða raktur av skotinum.

Hetta tí at hann ikki fekk bilin avstað, sum skuldi føra hann burtur frá brestinum.

Teitur Samuelsen, stjóri fyri Eysturoyar- og Sandoyartunnlum, váttar fyri Portalinum, at tað hendi “eitt lítið óhapp" í gjár.

- Eg havi ikki fingið at vita, júst hvat hendi, men tað var okkurt við at bilurin, ið hann skuldi koyra burtur við, ikki startaði ella fekst í gear, greiðir Teitur Samuelsen frá.

Tunnilsstjórin sigur, at arbeiðsfólkini í tunnlinum arbeiða eftir føstum mannagongdum í slíkum førum.

Tá tey skjóta, verður eldur settur á eitt fjús, sum er so mikið langt, at tað gongur ein minuttur ella so áðrenn dynamittið brestur.

Tað er nóg mikið til at tann, ið tendrar, kann sleppa so mikið burtur, skotið ikki gerst vandamikið fyri viðkomandi.

Og tað var tað, sum maðurin mátti gera í gjár, rann burtur og fann sær eitt skjól, áðrenn bresturin kom.

Sum skilst fekk maðurin ongan skaða av tilburðinum, men bilurin fekk nakrar snuddir. 

placeholder
placeholder