Forsetin í latínamerikanska landinum Venesuela, Nicolas Maduro, sýtir fyri at góðtaka kravboðini frá fleiri ES-londum um at skriva út val í landinum.
Maduro sigur í eini samrøðu við sponsku sjónvarpsstøðina, Sexta, at hann ikki ætlar sær at ”geva seg fyri trýstinum” frá teimum, sum vilja hava hann frá.
Sjey ES-lond, teirra millum Stórabretland, Frakland og Týskland, hava givið Maduro eina freist til sunnudagin til at skriva út forsetaval í kreppurakta landinum.
Um Maduro ikki gongur krøvunum á møti, fara tey sjey londini alment at góðtaka andstøðuleiðaran, Juan Guaidó, sum virkansi forseta í landinum.
USA, Kanada, Avstralia og fleiri latínamerikansk lond hava longu góðtikið Guaidó sum forseta í Venesuela.
Juan Guaidó (Mynd: EPA)
Juan Guaidó hevur boðað frá, at hann fer at biðja ES um neyðhjálp til neyðstadda fólkið í landinum.
- Vit fara at brúka okkara vald til at handfara kreppuna, endurskapa fólkaveldið og vinna frælsi, skrivaði 35 ára gamli formaðurin fyri tjóðartinginum á Twitter.
Sambært Guaidó eru 300.000 borgarar í Venesuela í vanda fyri at doyggja, um landið ikki fær neyðhjálp.
USA hevur í longri tíð gingið á odda í einum altjóða trýsti fyri at fáa Maduro frá sum forseta í landinum.
Amerikanarar hava sett í verk handilsbann móti Maduro-stýrinum og eggja herin til at skifta síðu og stuðla unga tjóðartingsformanninum, Juan Guaidó, ið hevur útnevnt seg sjálvan til virkandi forseta.
Donald Trump, forseti, hevur ávarað Maduro um, at hann umhugsar at seta hernaðarlig tiltøk í verk móti oljuríka landinum.
Í gjár gjørdist greitt, at tað ikki eydnast ES at koma við eini felags niðurstøðu at stuðla Guaidó. Tað er Italia, sum setir seg ímóti. Italsku stjórnarflokkarnir kunnu ikki semjast í málinum, og tí fær niðurstøðan ikki undirtøku frá Italia.
Tey ES-lond, sum higartil hava lýst sín stuðul til Guaidó er, sambært dr.dk: Týskland, Niðurlond, Spania, Frakland, Stórabretland, Svøríki, Danmark, Eysturríki, Litava, Finnland, Portugal, Estland, Poland og Kekkia.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald