Tað verður í kvøld rátt frá at fara út at koyra bil. Tað sigur vakthavandi á brandstøðini í Havn.
Fleiri bilar standa fastir í býnum. Ikki tí so øgiliga nógvur kavi er komin niður, men tað er nógv jarðrok, og fólk hava rent seg í kavafannir.
Kommunan er givin at grava fyri í kvøld, og byrjar ikki aftur fyrr enn klokkan 4 í morgin árini.
- Vit royna at hjálpa nøkrum og summi sleppa sjálvi leys, men vit vóna ikki at fleiri fólk fara út at koyra í kvøld, verður upplýst av brandstøðini.
Sum skilst eru sera ring koyrilíkindi um Sandavágsháls, og bilar standa fastir har.
Løgreglan sigur at tað eisini eru ring koyrilíkindi á Vestmannavegnum, har fleiri bilar standa fastir. Løgreglan mælir frá at koyra óneyðuga millum bygdir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald