Innanlands

Mæla frá at hava gudstænastur 7. og 14. november

Leiðslan í fólkakirkjuni mælir frá at hava gudstænastur komandi tvey vikuskiftini, umframt at onnur tilmæli eru galdandi fyri vígslur, dóp, jarðarferð og annað komandi vikurnar

Hoyvíkar kirkja (Savnsmynd)

Hoyvíkar kirkja (Savnsmynd)

2021-11-06 16:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

– Smittan er órógvandi høg og ferðast um alt landið. Tess vegna metir leiðslan tað skilagott, at fólkakirkjan ger alt, ið hon kann, til tess at steðga smittuni, skrivar Fólkakirkjan á heimasíðuna.

– Mælt verður til, at ongar gudstænastur verða hildnar til og við 14. november 2021. Samstundis verður virksemið hjá kirkjuni tillagað umstøðunum í samfelagnum.

Víst verður m.a. á, at almennu myndugleikarnir hava ásett eitt hámark á 50 fólk í sambandi við ymisk tiltøk, og eigur kirkjan eisini at fylgja hesum, bæði tá tað kemur til dóp, víglsu og jarðarferðir, verður sagt.

Mælt verður frá at hava konsertir, sosiala samveru, ervi og annað kirkjuligt virksemi í kirkjum og kirkjuhúsum til og við sunnudagin 14. november, og onnur tilmæli eru eisini galdandi fyri dóp, vígslu og jarðarferð.

Støðan verður eftirmett týsdagin 16. november.

Les meira her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder