![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Danska uttanríkisráðið hevur í dag sett Frakland og Kroatia á listan yvir lond, sum mælt verður frá at ferðast til.
Boðini koma eftir at smittutølini í hesum londum eru farin upp um tey markvirði, sum donsku myndugleikarnir hava sett.
Tað vil siga, at tað í londunum eru skrásett yvir 30 smittutilburðir pr. 100.000 íbúgvar. Tey bæði ES-londini fara tí frá at vera gul til at vera appelsingul á listanum hjá uttanríkisráðnum yvir opin og stongd lond, har tey appelsingulu eru stongd, skrivar dr.dk.
Sambært heimasíðuni hjá Uttanríkisráðnum er smittutalið í Kroatia 32,6 pr. 100.000 borgarar og í Fraklandi 31,3.
Boðini frá myndugleikunum eru, at danskir borgarar, sum longu eru í einum av hesum londum, kunnu gera feriu sína lidna sum æltað.
Neyðugt er ikki at fara í 14 daga sóttarhald eftir heimkomu, men ferðandi verða mælt til at taka eina koronaroynd, tá tey koma til Danmarkar.
Bulgaria, sum hevur verið appelsingult, verður nú gult aftur, tí talið av smittaðum er lækkað munandi hesa seinastu vikuna.
Nýggju boðini koma bert tveir dagar áðrenn at stóra Tour de France súkklukappingin – tveir mánaðir seinkað – verður skotin í gongd um vikuskiftið. Fyrstu tríggjar dagarnar eru súkklararnir í Nice og í Provence-økinum, har tað eru 57,3 smittað pr. 100.000 íbúgvar, og harvið harðast rakti landsluturin í Fraklandi.
Í Kroatia er tað serliga økini fram við strondina, har nógv ferðafólk vanliga fara um sumrarnar, ið hava uppliva eina øking í smittutalinum.
Umframt Kroatia og Frakland verður eisini mælt frá at fara óneyðugar ferðir til hesi lond innan ES/Schengen: Andorra, Belgia, Luksemburg, Malta, Rumenia, Spania og Monako.
Orsaka av krøvum, sum onnur lond seta donskum ríkisborgarum, mælir Uttanríkisráðið eisini frá óneyðugum ferðum til hesi lond: Írland, Lettland, Estland, Litava, Ísland, Finnland og Slovenia.
Donsku myndugleikarnir mæla hartil frá øllum óneyðugum ferðum uttan fyri ES/Schengen og Evropa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald