
Vaksandi smittustøðið ávirkar eisini virksemið hjá fólkakirkjuni.
Leiðslan í fólkakirkjuni hevur samskift við læknafrøðiliga myndugleikan, og boðar hon nú frá, at tað verður mett ráðiligt, at gudstænastur verða hildnar við tí varsemi og serligu atlitum, sum vit kenna frammanundan, t.d. frástøðu og reinføri.
Tað er serliga millum børn og ung, at smittan ferðast í løtuni, og tí verður mett alneyðugt, at vit eru serliga varin, tá barnadópur er, eisini verður mælt til at avlýsa sunnudagsskúlar, boðar leiðslan í fólkakirkjuni frá í tíðindakskrivi.
Ynskiligt er, at so fá fólk sum møguligt eru til staðar í kirkjuskipinum, tá børn verða doypt, og mælt verður eisini til, at børn verða doypt uttanfyri vanliga kirkjutíð frá nú og allan november.
Í kirkjum/kirkjuhúsum, har sunnudagsskúli verður hildin í kirkjutíð, verður eisini mælt til, at hann verður avlýstur.
Seinastu dagarnar eru sera nógvir smittutilburðir staðfestir í Føroyum, og í gjár kunngjørdi landsstýrið nýggj tilmæli.
Les eisini: Landsstýrið: Skúla- og frítíðarvirksemið ávirkað í ávísum økjum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald