placeholder
Innanlands

Mæla til at flyta ferðsluna frá lundalandinum í Mykinesi

Visit Faroe Islands, kommunan, umhvørvisstovan, Havstovan og Tjóðsavnið mæla til at vísa ferðafólki á aðrar túrar heldur enn gjøgnum lundalandið út í Mykineshólm

(Mynd: Alessio Mesiano / Visit Faroe Islands)

(Mynd: Alessio Mesiano / Visit Faroe Islands)

2020-02-11 10:44 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Visit Faroe Islands, Sørvágs kommuna, Umhvørvisstovan, Havstovan, Visit Vágar og Tjóðsavnið hava orðað 10 felags tilmæli um, hvørji átøk eiga at verða sett í verk í Mykinesi, sum kunnu verja fugl og lendi, og sum kunnu hava við sær eina burðardyggari ferðavinnu í oynni.

Ríka fuglalívið og náttúran í oynni hava givið Mykinesi eina serstøðu sum vælumtókt ferðamál og sum Ramsar-øki, ið inniber, at Føroyar binda seg til at seta í verk verndarátøk fyri sermerktu økini. 

Felags tilmælini eru úrslit av eini longri tilgongd og nógvari umrøðu um, hvussu ferðavinnan eigur at verða skipað í oynni. Hóast grannastevnusamtyktir og fleiri tilmæli hava verið frammi um at seta í verk verndarátøk og avmarkingar, hevur tað víst seg at vera trupult at fremja tað í verki. Mykines er gott dømi um, at galdandi lóggáva als ikki er nøktandi, tá tað snýr seg um at verja týðandi náttúruvirði. 

Partarnir eru á einum máli um, at tað væl ber til at seta í verk avmarkingar, samstundis sum ferðavinnan í økinum verður ment; at tað í roynd og veru er ein fortreyt fyri framhaldandi ferðavinnumenning í Mykinesi, at avmarkingar verða settar í verk saman við menningarátøkum, ið skipa ferðsluna og skapa betri vinnuligar fortreytir og trivnað í oynni. 

Partarnir eru eisini á einum máli um, at tað er átrokandi at seta inn nú. Fyrsta stigið eigur at vera at flyta ferðsluna burtur frá størsta lundalandinum í Føroyum, ið liggur á leiðini út í Mykineshólm. 

Tilmælini verða løgd fram á almennum fundi í skúlanum í Sørvági hósdagin 13. februar kl. 19. Landsstýrismaðurin við umhvørvis- og vinnumálum fer eisini at greiða frá yvirskipaðu politisku ætlanunum á økinum.

Les álitið her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder