
Higartil hevur bretska løgreglan mælt til, at yvir 100 bøtur verða givnar í sambandi við kanning av veitslum, sum vórðu hildnar í koronutíðini í Downing Street í London.
Tað segði løgreglan í gjár sambært Ritzau.
Løgreglan er í ferð við at kanna 12 veitslur og samkomur, sum vórðu hildnar í Downing Street og øðrum stjórnarbygningum í 2020 og 2021, tá smittufyribyrgjandi tiltøkini ikki loyvdi slíkum.
Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson hevur fleiri ferðir biðið um umbering fyri at hava luttikið í veitslum, meðan landið varð latið aftur, men fleiri, harímillum Labour-flokkurin hava kravt, at hann leggur frá sær sum stjórnarleiðari.
Boris Johnson hevur tó noktað at lagt frá sær. Hann hevur goldið bótina og biðið um umbering, sigur hann.
– Eg má siga sum er, at tað tá ikki gekk upp fyri mær, at tað var ímóti reglunum. Men løgreglan hevur sjálvandi havt eina aðra fatan, og eg virði niðurstøðuna í kanningini, hevur bretski forsætisráðharrin m.a. sagt við BBC.
Tað, sum serliga hevur sakpt øsing er, at veitslurnar vórðu hildnar, meðan vanligir borgarar í Stórabretlandi ikki sluppu at hittast í líknandi samkomum, ikki sluppu at vitja álvarsliga sjúk avvarðandi á sjúkrahúsinum ella savnast til jarðarferðir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald