Orsakað av koronustøðuni í Kina, eru fleiri lond nú byrjað at kanna ferðandi, sum koma úr Kina. Hetta verður tó ikki gjørt í Danmark, har slík tiltøk ikki verða mett at hava stóra ávirkan.
Og Statens Serum Institut frámælir í dag framvegis at seta í verk kravda koronukanning av ferðafólkum úr Kina, framgongur í skrivi, sum er sent danska heilsumálaráðnum.
Grundgevingin er, at talið á ferðandi, sum flúgva beinleiðis úr Kina til Danmarkar væntast at vera so lítið, at tað fer at hava lítla ávirkan á á støðuna í Danmark. Tað er tó framhaldandi umráðandi at halda eitt vakið eyga við nýggjum frábrigdum av smittuni, verður lagt afturat.
Eitt uppskot frá Statens Serum Institut er, at ferðandi úr Kina fáa tilboð um PCR-kanning, og ein kanning áðrenn fráferð verður eisini mett at hava týdning fyri, hvussu ferðafólk og starvsfólk bera seg at.
Umframt kravið um koronukanning, hava fleiri lond, m.a. Týskland boðað frá, at tey fara at kanna spillvatnið frá øllum flogførum, sum koma úr Kina. Hetta er nakað, sum tey í Danmark hava avmarkaðar royndir við, metir Statens Serum Institut.
Sambært Ritzau, boðar danska heilsumálaráðið frá, at danska Farsóttarnevndin skal koma við einari ráðgevandi meting um møgulig tiltøk móti koronasmittu úr Kina, og tann metingin kemur væntandi mánadagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald