Skjótt fara ljósabláu skipini hjá Mærsk aftur at síggjast í Reyðahavi. Tað sæst í eini dagføring yvir siglingarætlanir á heimasíðuni hjá skipafelagnum.
Her sæst, at ein røð av skipum, sum antin eru ávsgis millum Evropa og Asia, ella skjótt fara á eina slíka ferð, at tey eftir ætlan skulu sigla gjøgnum Suez-veitina og harvið eisini gjøgnum Reyðahav.
Hetta er eitt nú galdandi fyri skipini Ebba Maersk og Maersk Hangzhou, skrivar Ritzau.
Stóra danska skipafelagið valdi eftir fleiri álop á handilsskip á leiðini, eitt nú Maersk Gibraltar, at senda skipini suður um Afrika heldur enn at taka styttru leiðina gjøgnum Suez-veitina.
Men eftir tað hevur USA tikið stig til átakið Operation Prospect Guardian, sum við krígsskipum og luftverju kann verja trygdini hjá handilsskipunum á hesum týðandi leiðunum.
Hetta er helst orsøkin til, at Mærsk nú eftir øllum at døma aftur torir at brúka snarleiðina millum Asia og Evropa.
Mærsk endi sunnudagin út tíðindaskriv, har sagt varð, at felagið fyrsta dagin fór at taka upp aftur Reyðahav sum siglingarleið. Men tað vildi krevja, at felagið kundi fáa vissu fyri trygdini hjá manningini.
Tað er vápnaða Houti-rørslan, ið verður stuðlað úr Iran, ið hevur tikið ábyrgdina av álopunum á skip í Reyðahavi, eitt nú við dronum og rakettum. Houti-rørslan stuðlar Hamas í stríðnum móti Ísrael, og Houti hevur tí sagt, at tey fara at leypa á øll skip, sum hava samband við ísraelsk áhugamál, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald