2020-01-31 18:20
Av mongum verður hann roknaður sum allarbesti stand-up-komikari í Danmark. Talan er um Anders Matthesen, eisini róptur ”Anden”.
Seinni í vár verður aftur møguleiki at uppliva henda skemtaran live í Føroyum. 1. apríl hevur framførir hann sítt show ”Anden bringer ud” í Norðurlandahúsinum.
Anders Matthesen er í løtuni á ferð við eini stuttligari rúgvu av uppistandsskemti, sum hann
hevur ment seinastu árini. Tilfarið er ikki brúkt áður í hansara nógvu sýningum, verður sagt. Hesaferð kann væntast, at sýningin hjá Anden broytist frá ferð til ferð í mun til innihald og stíl. Hon verður eyðkend av at “hitta fólk, har tey eru”.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald