Uttanlands

Magdalena Andersson er loyst úr embætinum

Men hon heldur eina hurð á gloppi um Moderaterna eru sinnaðir at samstarva yvir um miðjuna

Magdalena Andersson á veg inn í Ríkisdagin fyrrapartin (Mynd: EPA)

Magdalena Andersson á veg inn í Ríkisdagin fyrrapartin (Mynd: EPA)

2022-09-15 11:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Svenska forsætisráðfrúan, Magdalena Andersson, hevur nú biðið formannin í Ríkisdegnum, Andreas Norlén, um at loysa seg úr embætinum. Tað boðar TT tíðindastovan frá.

Men hon heldur fram sum virkandi stjórnarleiðari, til ein nýggjur er valdur.

Tað gjørdist í gjárkvøldið greitt, at borgarligi vongurin vann ríkisdagsvalið sunnudagin við 176 tingsessum móti 173.

Ríkisdagsformaðurin fer at brúka dagin í dag at tosa við flokkarnar. Svenska heitið á formanninum fyri ríkisdagin er ‘talmannen’ og tað er hann, sum hevur uppgávuna at útnevna samráðingarleiðaran í sambandi við stjórnarskipan.

Tá hann hevur tosað við allar flokkarnar, bendir alt á, at hann fer at biðja formannin fyri konservativa flokkin, Moderaterna, Ulf Kristersson, um at skipa nýggja borgarliga stjórn.

Magdalena Andersson heldur tó eina hurð á gloppi, um Moderaterna skulu vísa seg at vera sinnaðir til samstarv yvir um miðjuna.

- Eg havi boðað ‘talmannen’ frá, at um Moderaterna koma á aðrar tankar, og ikki eru sinnaðir at samstarva við Sverigedemokraterna, so stendur hurð mín opin, sigur Magdalena Andersson, sambært Aftonbladet.

Mest sannlíka í løtuni er, at Ulf Kristersson fer at skipa borgarliga stjórn við stuðuli frá Sverigedemokratunum. Fremmandafíggindaligi flokkurin gjørdist størstur av teimum borgarligu flokkunum á valinum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder