Uttanlands

Magdalena Andersson longu farin frá aftur

Hetta hendi eftir at umhvørvisflokkurin tók seg úr nýggja stjórnarsamstarvinum. Andersson verður helst leiðari fyri eini eittflokkastjórn ístaðin

Magdalena Andersson (Mynd: EPA)

Magdalena Andersson (Mynd: EPA)

2021-11-24 17:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Magdalena Andersson er longu farin frá sum svensk forsætisráðkvinna. Hetta hendi seinnapartin eftir at umhvørvisflokkurin atkvøddi ímóti uppskotinum til fíggjarlóg og tók seg úr stjórnarsamstarvinum.

Nú skal av nýggjum atkvøðast um stjórnarleiðara í ríkisdegnum.

Anderson sigur, sambært finska kringvarpinum YLE, at parlamentariska grundarlagið fyri stjórnini sær út til at vera óskalað, og at hon nú roknar við at skula standa á odda fyri eini sosialdemokratiskari einflokkastjórn.

Les eisini: Magdalena er nú svensk forsætisráðkvinna

Ríkisdagurin valdi fyrrapartin Andersson til stjórnarleiðara fyri eina stjórn, mannað av sosialdemokratiska flokkinum og umhvørvisflokkinum.

Boðini frá Anderson um, at hon leggur frá sær og at tað nú verður ein nýggj atkvøða um hennara leiklut sum stjórnarleiðari, kom eftir at ríkisdagurin seinnapartin samtykti fíggjarlógaruppskotinum hjá andstøðuni.

Eftir atkvøðugreiðsluna, boðaði umhvørvisflokkurin frá, at hann fór úr stjórnarsamstarvinum.

Fíggjarlógaruppskotið hjá Moderaterna, kristdemokratunum og svøríkisdemokratunum vann á stjórnaruppskotinum við 154 atkvøðum móti 143.

Fíggjarlógaruppskotið hjá andstøðuni byggir upp á stjórnaruppskotið, men av teimum 70 milliardum krónunum, sum stjórnin ætlaði at brúka til nýskipanir, verða tær 20 fluttar til onnur endamál í 2022.

Sigurin hjá andstøðuni merkir eitt nú, at átøkini hjá stjórnini viðvíkjandi familjupolitikkinum og nýggjum arbeiðsplássum ikki verða fíggjað.

Tað, sum borgarligu andstøðuflokkarnir í staðin fáa, er ein serligur arbeiðsskattafrádráttur, skattafrádráttur til pensjónistar, lækkað orkuavgjøld og hægri játtan til løgreglu og rættarskipanina.

Hóast umhvørvisflokkurin tók seg úr stjórnarsamstarvinum, so ætlar flokkurin framhaldandi at samstarva við sosialdemokratunum, men uttan at vera við í stjórnini.

Flokkurin sýtir fyri at gjøgnumføra eina fíggjarlóg, sum Sverigedemokraterna eiga ábyrgdina av. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder