Svøríki hevur fingið nýggjan stjórnarleiðara, navnið er Magdalena Andersson.
Hetta hendi eftir eina atkvøðugreiðslu í svenska ríkisdegnum fyrrapartin.
174 av teimum 349 limunum í svenska ríkisdegnum atkvøddu ímóti at velja Andersson til nýggja forsætisráðkvinnu, meðan 117 atkvøddu fyri og 57 greiddu ikki atkvøðu. Góðkenningin av nýggja stjórnarleiðaranum krevur ikki, at tað er ein meiriluti fyri, bert at tað ikki er ein meiriluti ímóti.
Magdalena Andersson, sum eisini er forkvinna fyri sosialdemokratiska flokkin, tekur yvir stjórnarleiðarasessin eftir floksfelagan Stefan Löfven, sum 10. november bað um at verða loystur úr embætinum.
(Mynd: EPA)
Longu fyrst í november var Magdalena Andersson útnevnd at skula taka yvir eftir Löfven sum floksleiðari fyri svensku sosialdemokratarnar.
Við atkvøðugreiðsluni í dag gjørdist greitt, at Svøríki á fyrsta sinni fær ein kvinnuligan stjórnarleiðara.
Seinni í dag verður aftur ein avgerandi atkvøðugreiðsla í ríkisdegnum, tá svensku politikararnir skulu semjast um nýggja fíggjarlóg.
Val til ríkisdagin verður komandi heyst.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald