Tað er enn ikki eydnast nýggju forkvinnuni fyri sosialdemokratiska flokkin í Svøríki, Magdalenu Anderson, at finna meiriluta í ríkisdegnum at stuðla henni sum nýggjur stjórnarleiðari.
Tað upplýsir Andreas Norlén, formaður í Ríkisdegnum. Hóast vantandi stuðulin, so skal tað, sum ætlað, atkvøðast á middegi mikudagin um hvør skal verða nýggjur stjórnarleiðari í Svøríki eftir Stefan Löfven, ið hevur lagt frá sær.
Magdalena Andersson hevði freist til í dag á middegi til at savna saman stuðul frá einum meiriluta av flokkunum í Ríkisdegnum, men tað er enn ikki eydnast. Samráðingarnar halda tí fram til mikudagin.
Tað er Vänsterpartiet, sum er trupulleikin. Orsøkin er eitt nú nøkur krøv um betringar í vælferðarskipanum, skrivar svenska kringvarpið.
Magdalena Andersson gerst forsætisráðkvinna, um ein meiriluti ikki atkvøður ímóti henni á atkvøðugreiðsluni mikudagin. Tað vil siga, at Vänsterpartiet mikudagin antin skal atkvøða fyri henni, ella ikki greiða atkvøðu
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald