Magnus Gunnarsson og Tórshavnar Kommuna skipa fyri stórari myndaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík á ólavsøku.
Framsýningin er í sambandi við, at 100 ár eru liðin, síðan fyrsti bilur kom til Føroya í 1922.
Umleið 500 myndir eru á framsýningini umframt gamlar lýsingar frá bilstøðum og bilasølum.
Myndir eru av fyrstu bilunum og av bilum og bilaumhvørvi hesi 100 árini.
Bilarnir broytast alla tíðina, og lætt er ofta at tíðarfesta myndir, tá ein bilur er á myndini.
Eisini verður bókin “Fyrsti bilurin 100 ár”, sum Helgi Jacobsen hevur skrivað, latin ókeypis til tey vitjandi.
Framsýningin er opin í fimm dagar - frá mikudegnum 27. juli til og við sunnudagin 31. juli frá kl. 14-21.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald