Innanlands

Magn aftur eitt gott ár

Fyritøkan sum í størri mun aftur er komin á føroyskar hendur, hevði eitt avlop upp á 31,6 milliónir krónur

(Mynd: Magn)

(Mynd: Magn)

2021-11-29 15:12 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hesa vikuna er greiningin av orkufelagnum Magn, sum júst er fráboðað at verða selt.

Í Føroyum er tvey oljufeløg, sum í dag eisini kalla seg orkufeløg. Talan er um Effo, sum vit greinaðu síðstu viku og Magn, sum vit fara at greina her.

Tað var vinnulívsmaðurin Christian Holm Jacobsen, sum í 1925 byrjaði at selja oljutunnur frá Shell umvegis Dansk-Engelsk Bensin og Petroleums Co.  Í 1953 yvirtók A/S Dansk Shell umboðið sum undirdeild, Shell Føroyar, hjá danska felagnum.

Í 2007 bleiv Shell Føroyar selt til íslendskar íleggjar, fyrst sum P/F Fonns, síðani Føroya Hedda og síðani at enda sum partur av Skeljungi í Íslandi, har felagið síðani 2009 hevur haft navnið Magn P/F. 

Magn er nú í størri mun aftur komið á føroyskar hendur, sambært almennum upplýsingum frá Skeljungi og nevndarformanninum og høvuðsstigtakaranum í Sp/f Orkufelagið, Teitur N. Poulsen. Tó er upplýst at íslendendska Skeljungur framhaldandi kemur at eiga upp til 49 prosent av Magn P/F.

Magn hevur annars stórt virksemið í Føroyum, við oljusølu til skip og vinnuna, føroysk húsarhald og sølu umvegis Magn støðirnar í Føroyum. Magn eigur harnæst meirlutan í Demich og er nú eisini aktivt í íløgum í vindmyllur saman við LÍV.

Árið 2020 hjá Magn hilnaðist annars rættiliga væl.

Samlaða sølan hjá Magn í 2020 gjørdist 667 mió.kr., í mun til 923 mió.kr. í 2019. Talan er um eitt fall í søluni á 27,8 prosent. Í ársfrágreiningini í roknskapinum verður sagt at marknaðarparturin er fallin eitt vet í 2020. Harnæst er tað almenn vitan at oljupríssurin fall nógv í 2020, sum helst er størsta orsøkin til stóra fallið frá 2019 til 2020.

Bruttovinningurin øktist úr 128,4 mió.kr. í 2019 til 133,7 mió.kr. í 2020. Talan er um ein vøkstur á 4,2 prosent.

Úrslitið áðrenn avskrivingar og rentur, eisini nevnt ebidta, var 55,7 mió.kr. í 2020 samanborið við 66,7 mió.kr. í 2019. Eitt fall á 16,5 prosent.

Ársúrslitið hjá Magn fyri 2020 gjørdist eitt avlop upp á 31,6 mió.kr. samanborið við 36,3 mió.kr. í 2019, sum er eitt fall á 12,9 prosent. Landskassin fær 8,3 mió.kr. í partafelagsskatti av ársúrslitinum í 2020.

Fíggjarjavnin hjá Magn var samanlagt 315,6 mió.kr. í 2020.

Støðisognin var í 2020 íalt 198,4 mió.kr. í mun til 207,6 mió.kr. í 2019. Ogn í umferð er økt úr 102,2 mió.kr. í 2019 til 117,2 mió.kr. í 2020.

Samlaða skuldin hja Magn er økt úr 159,5 mió.kr. í 2019 til 227,1 mió.kr. í 2020. Tað er ein vøkstur í skuldini á 67,6 mió.kr.

Eginpeningurin hjá Magn í 2020 var 79,7 mió.kr., sammett við 141,1 mió.kr. í 2019.  Fallið í eginpeninginum stavar frá útgoldnum viningsbýtið í 2020 á íalt 93 mió.kr., sum er útgolidið eigaranum.

Trygdarevnið hjá Magn, sum er er eginpeningur í mun til samlaðu skyldur, er tí fallið úr 46 prosentum í 2019 til 25 prosent í 2020.

Gjaldførislutfallið hjá Magn er økt úr 98 prosentum í 2019 til 106 prosent í 2020. Tøkur peningur við ársenda 2020 var 30,5 mió.kr.

Vit mugu staðfesta at úrslitið hjá Magn er sera gott og gjaldførið er nøktandi. Tó er eginpeningurin minkaður somikið, at trygdarevnið er farið niðurum vanliga markið á 30 prosent fyri at verða eitt nøktandi trygdarevnið. Vit vænta tó at hetta er gjørt í sambandi við eigaraskifti, sum væntandi endaliga fer fram rímuliga skjótt.

Magn upplýsir í roknskapinum, at 82 starvsfólkum vóru í starvið í 2020.

Stjóri í Magn er Finn Jakobsen. Nevndarformaður er Jón Ásgeir Jóhannesson.

[object Object]Finn Jakobsen er stjóri í Magn (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Skrásettur eigari hevur til nú verið: Skjeljungur hf.

Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen frá ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f.  www.nira.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder