Innanlands

Magna Mørkøre tikið sæti á tingi

36 ára gamla javnaðarkvinnan er komin á ting fyri Kim Durhuus, sum er farin í farloyvi í tíggju dagar

(Mynd: Javnaðarflokkurin)

(Mynd: Javnaðarflokkurin)

2023-03-20 12:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Kim Durhuus, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, er farin í farloyvi í tíggju dagar, og í hansara stað hevur Magna Mørkøre tikið sæti á tingi.

Magna er 36 ára gomul og av Eiði. Hetta er fyrstu ferð, hon tekur sæti á tingi.

Magna er sjúkrarøktarfrøðingur og er eisini virkin í skúlaarbiði. Millum annað er hon forkvinna í skúlastýrinum í Eiðis skúla og nevndarlimur í Heim og skúli.

Á løgtingsvalinum í desember gjørdist Magna nummar 14 á Javnaðarlistanum við 157 atkvøðum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder