2021-02-24 17:47

Magni Christiansen hevur útgávukonsert í Hoyvíkar kirkju í morgin, hóskvøldið 25. februar
Sangarin hevur givið fløguna "Her glaður eg ferðist" út av nýggjum, og í tí sambandi hava nakrar konsertir verið í kirkjum kring landið.
Í mun til upprunaútgávuna eru fýra eykaløg, sum Magni hevur sungið á øðrum útgávum, og á konsertini í Hoyvíkar kirkju hóskvøldið fer Magni Christiansen at syngja sangir av teimum ymsu útgávunum.
Møguleiki verður eisini at ogna sær nýggju fløguna. Konsertin byrjar klokkan 20 í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald