– 47 ár skuldi ganga til eg gav eitt lag út sjálvur. 1000 takk til Dánial Gomez Gudjonsson, Páll Isholm, Hans Poulsen og Pætur Við Keldu fyri at hjálpa mær við hesi verkætlan.
Soleiðis skrivar Magni Husgaard á sínum vanga á Facebook. Tað er nevniliga so, at Magni á tangentum tey síðstu mongu árini hevur verið millum virknastu tónleikarar í Føroyum, men nærum altíð sum tónleikari hjá øðrum navnframari tónleikarum, ella tá størrri tónleikatiltøk hava verið.
Hann kom av fyrstantíð fram við Aria, og hevur síðani verið drívmegi í bólkinum Quarter to Three, sum hevur givið fleiri stakløg út. Í báðum førum hevur hann umframt tangentar og upptøkur, eisini virkað sum tónasmiður.
Men nú roynir Magni Husgaard seg undir egnum navni. Hann gevur út lagið Lygnir, saman við Dánjal Gomez. Saman kalla teir seg Husgaard & Gomez. Í hesi verkætlanini stendur Magni Husgaard so á egnum beinum, og hann hevur samstarvað við Dánjal Gomez.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald