Fyrrverandi sambandsmaðurin Magni Laksáfoss stillar ikki upp til komandi løgtingsval, sum skal vera í seinasta lagi 31. august.
Tað veit R7 at siga í dag.
Magni Laksáfoss hevur fleiri ferðir stillað upp fyri Sambandsflokkin, og frá 15. mai 2007 til 4. februar 2008 var hann fíggjarmálaráðharri. Á vári í fjør boðaði hann frá, at hann fór úr Sambandsflokkinum, og síðan tá hevur hann verið uttanflokkatingmaður.
Nógvar gitingar hava verið um, hvar Magni Laksáfoss síðani ætlaði sær at fara, og nú er greitt, at hann ikki stillar upp aftur.
Magni Laksáfoss sigur við R7, at hann hevur gjørt av at flyta til Danmarkar av tí at bæði konan, børnini og abbabørnini búgva har, og tí stillar hann ikki upp aftur í politikki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald