Innanlands

Magni Mohr heldur professarafyrilestur

Í sambandi við professaratilnevningina fyrr í ár heldur Magni Mohr fyrilestur í Kongshøll 8. oktober kl. 15

2019-10-02 16:41 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

1. apríl varð Magni Mohr framfluttur í professarastarv í arbeiðs- og ítróttarfysiologi á Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetri Føroya. Sum siður er, heldur hann í tí sambandinum professarafyrilestur.

Fyrilesturin hevur heitið "The impact of high intensity intermittent exercise – from muscle to man" og verður hildin í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum týsdagin 8. oktober klokkan 15.00.

Fyrilesturin, sum verður hildin á enskum, er almennur.

Aftan á fyrilesturin bjóðar Setrið ábit.

- Fróðskaparsetur Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder