Innanlands

Magnstøðin í Klaksvík fer eisini at hava opið allan sólarringin

Tað vindur uppá seg at hava opið alt samdøgrið. Magn á Ringvegnum hevur havt opið allar tímarnar í samdøgrinum í eitt gott ár, og nú fara klaksvíkingar eisini at kunna leggja leiðina framvið og keypa sær ein hotdog ella ein ís á miðjari nátt

(Mynd: Magn)

(Mynd: Magn)

2022-06-10 11:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eins og Magnstøðin á Ringvegnum í Havn, so fer Magnstøðin í Klaksvík nú eisini at hava opið alt samdøgrið.

Hesum boðar Magn frá í dag.

Á Ringvegnum hevur verið opið alt samdøgrið í eitt gott ár, og sostatt hava viðskiftafólk havt allar møguleikar til at keypa sær kaffi, onkran skundvera ella ein ís nær tað skal vera.

Mett verður at grundarlag eisini er fyri at hava opið alt samdøgrið í Klaksvík, sigur Áki Vang Poulsen, marknaðarstjóri hjá Magn, við Norðlýsið.

- Vit vilja hækka um tænastustøði hjá Norðingum, har teir nú fáa møguleikan at njóta alt tað góða, ið Magn hevur at bjóða alt samdøgri. Klaksvíkin hevur voksið seg til ein veruligan metropol á altjóða støði og vit meta at grundarlag er fyri at hava opið 24/7, sigur marknaðarstjórin við lokalblaðið.

Tað verður longu frá í dag, at Magn fer at hava opið alt samdøgrið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder