Magnus Carlsen kunnaði um sína avgerð í síni egnu podcast-sending ""The Magnus Effect" hósdagin.
-Eg havi tosað við fólkini á mínum liði, eg havi tosað við FIDE og við Ian eisini. Niðurstøðan er sera einføld: Eg eri ikki motiveraður at fara undir aftur ein nýggjan HM dyst, segði Carlsen.
-Eg havi ikki nógv at vinna við hesi avgerðini. Mær dámar heldur ikki serliga væl avgerðina og sjálvt um eg veit, at ein nýggjur dystur fer at hava søguligan áhuga, so havi eg kortini ongan hug til at telva, og tí vil eg rætt og slætt ikki telva henda dystin.
Við hesi endaligu avgerðini hevur hann staðfest tað hann segði í desember 2021 og seinni endurtók: Eftir at hava telvað í fimm HM endakappingum, gleðir hann seg ikki longur til at halda fram.
-Tað hevur verið ein áhugaverd tíð síðani eg avgjørdi at spæla um HM meistaraskapið i 2013. Kappingarnar hava givið mær nógv og latið nógvar hurðar upp og tað eri eg fegin um. Talvini hava til tíðir verið áhugaverd, onkuntíð eitt sindur stuttlig.
Norski heimsmeistarin letur tó dyrnar standa á glopp fyri at luttaka aftur í HM kapping í framtíðini, men tað er ikki nakað hann hugsar um nú.
Hóast hann nú gevst at telva um heimsmeistaraheitið, so ger Magnus Carlsen greitt, at hann fer at halda fram at telva men bara ikki í kapping.
-Eg fari framhaldandi at vera ein virkin telvari.
Teir báðir, sum nú skulu telva um HM heitið fyri einstakligar, Ian Nepomniachtchi og Ding Lien, halda tað vera stórt spell, at heimsins besti telvari ikki vil verja sítt HM heiti men skilja kortini hansara støðu.
Kelda Chess.com
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald