2025-03-31 12:22

Magnus Dam er settur sum nýggjur stjóri í Kringvarpi Føroya, boðar Kringvarpið frá í dag.
Magnus Dam hevur útbúgving sum journalistur og sum løgfrøðingur. Eisini hevur drúgvar leiðslu- og starvsfólkaroyndir í Tórshavnar kommunu.
Hann tekur við starvinum 1. mai, og Katrin Petersen, sum hevur verið virkandi stjóri síðan desember í fjør, fer aftur í starvið sum deildarleiðari fyri Aktuelt, skrivar Kringvarpið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald