Innanlands

Magnus inni við góðum bankatoski

Nakað av toskinum verður borðreiddur á matstovunum um vikuskiftið

(Mynd: Jóhan Mortensen)

(Mynd: Jóhan Mortensen)

2019-09-10 09:51 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Havrannsóknarskipið Magnus Heinason, sum nú skjótt endar sína uppgávu sum rannsóknarskip, kom í morgun inn av árligu heystroyndarfiskiskapinum á Føroyabanka.

Hesaferð bragdaði betri enn seinastu túrarnar. Teir fingu yvir 300 toskar og heilt nógva hýsu. Góðar støddir verður sagt, og fiskurin er sera væl í holdum. Nógv nebbasild er at síggja á Føroyabanka í ár, verður upplýst.

Matglaðir gómar, sum hava ætlanir at royna at smakka serliga góða fiskin av bankanum, hava møguleika til tess um vikuskiftið.

Matstovan Barbara Fish House fær umleið 60 toskar og 50 hýsur av veiðini hjá Magnusi, bankatoskur verður á skránni hjá øllum matstovunum Heima í Havn hetta vikuskiftið.

Myndir: Johan Mortensen

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder