Tað vóru limir í orkestrinum, sum struku avstað við vinningunum, tá tað í gjárkvøldið varð avdúkað hvør vann sangkappingina, sum Tórshavnar Big Band skipaði fyri.
Festivalurin Vetrarjazz 2020 endaði í gjárkvøldið við einum braki av eini konsert við stórbandinum í Norðurlandahúsinum.
Alt var føroyskt skrivaður tónleikur, og tað mesta var nýskrivaður tónleikur við sangi afturvið – rættiliga hugtakandi.
Fyri nøkrum mánaðum síðani skrivaði Tórshavnar Big Band út eina sangkapping har høvuðsvinningurin var 30.000 krónur. Inn komu átta verk – øll við sangi – og tey vórðu øll spæld á konsertini í gjár, har lokala stórbandið var undir kønari leiðslu av bretanum, Pete Churchill.
Eisini vóru sangarar við. Tey, ið átóku sær at syngja innkomnu sangirnar vóru Olvheðin Jacobsen, sum sang fýra av sangunum, James Olsen, Jasmin Mote, Dania O. Tausen og Eyðfinn B. Lamhauge, sum sang eina duo saman við Daniu O. Tausen.
Talan gjørdist um eina sera góða konsert, har allir sangirnir vórðu stórliga fagnaðir.
Eftir ein støðg varð so avdúkað, hvør hevði vunnið kappingina, og hvør hevði skrivað teir innkomnu sangirnar.
Og tað vísti seg, at tað vóru limir í orkestrinum, sum fóru við øllum trimum virðislønunum.
Vinnari gjørdist eitt lag, sum pianisturin Magnus Johannessen hevur skrivað. Tekstin eiga tey bæði, sum sungu, Dania O. Tausen og Eyðfinn B. Lamhauge – eitt klandur millum tvey fólk um hvør, ið hevur ”buksurnar á”.
Einasta lýtið á eini annars sera væl eydnaðari konsert mundi vera, at heitið á vinnaralagnum, ”Buksurnar á” er ein rein danisma, tí soleiðis eitur onki á føroyskum. Spell at henda málsliga villan ikki varð fangað í føðingini.
Hóast hetta er ongin ivi um, at talan er um eitt sera gott og væl svingandi lag hjá Magnusi Johannesen og ungu sangarunum.
Tað var ein trýmannað altjóða dómsnevnd, mannað við einum breta, einum japana og ”the grand old man” innan føroyskan jazztónleik, Brandi Øssursson, sum gjørdi av hvør skuldi vinna.
Onnur virðisløn – 15.000 krónur – fór til guitaristin Herluf Lützen fyri ein sang hann hevur skrivað saman við konuni, Kinnu Poulsen, og triðja virðisløn – 5.000 – krónur fór til trummuleikaran Rógva á Rógvu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald