Mentan

Magnus og Kongshavn í Bylgjuni

22. apríl fer Vár í Ólavsstovu at greiða frá skaldskapinum hjá Magnus Dam Jacobsen

Magnus Dam Jacobsen

Magnus Dam Jacobsen

2019-04-16 21:20 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

”Kongshavn” er eitt av nógvum skipum í siglingarsøguni, skonnart smíðað í Turø í 1912 úr eik og álmviði, men hon gjørdist av heilt serligum orsøkum ein legenda. Í 1947 var hon keypt til Toftir av Jacob Højgaard og D.P. Højgaards Eftf. Í 1965 átti felagið Navigare skonnartina, og eigararnir vóru tá Jacob Højgaard, Magnus Mikkelsen og Jóhan Henrik Poulsen. Hetta árið var Magnus Dam Jacobsen, Magnus á Kamarinum, skipsmaður við henni. Hann skrivaði dagbók á túrinum, ið seinri, í 1976, kom hon út sum skaldsøga, - hin gitna bókin ”Í Grønlandi við Kongshavn.” Eftir tað skrivaði Magnus fleiri bøkur.

Vár í Ólavsstovu er magistari í norðurlendskum bókmentum, og hon skrivaði høvuðsritgerð um skaldskapin hjá Magnusi við námslok á Keypmannahavnar Lærda Háskúla undir heitinum: ”Andvera – Ein postmodernistisk lýsing av skaldskapi Magnus Dam Jacobsens.” Vár fer bókmentafrøðiliga at greiða frá skaldskapinum hjá rithøvundinum.

Troubadoururin Kári Sverrisson fer ímillum framløgurnar at syngja og spæla nakrar sangir.

Kenda skaldið Jóanes Nielsen fór tíðliga til skips, og í 1967 mynstraði hann við ”Kongshavn”, bert 14 ára gamal. Teir róðu eisini tá út við bátum undir Grønlandi. Hóast Jóanes er væl yngri enn Magnus, so kendust teir, og fleiri munnu halda, at teir líkjast ikki sørt á skaldsliga mótinum – hóast ymiskir. Jóanes fer at greiða frá tíðini umborð, og ivaleyst fer hann eisini at taka í skaldskapin hjá Magnusi.

”Kongshavn” var ein kend mynd við bryggjurnar í Runavík, tá hon var heima, men í 1974 kom eldur í skipið, sum var á veg úr Aalborg til Føroya við fóðri og 8 túsund høsnarungum, og har endaði hon sínar dagar, hóast hon enn er til í føroyskum skaldskapi.

Hendan løtan verður í Estetiska salinum í Bylgjuni - Annað páskakvøld – mánadagin 22. apríl – kl. 19. Tiltakið er ókeypis og annars partur av mentanarvikuni í Runavíkar kommunu.

Meira fæst at vita á heimasíðuni hjá Visit Runavík.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder