Vágs Kommuna er í gongd við at arbeiða við bygnaðarbroytingum. Í samband við hetta arbeiðið varð millum annað avgjørt at broyta og uppstiga leiðarastarvið hjá Magnus Paula West.
Hetta skrivar vagur.fo.
Seinastu árini hevur tvøramaðurin starvast sum leiðari í Miðlatúni og í Visit Suðuroy. Nú hevur Magnus Pauli eisini yvirskipaðu leiðsluna av sosiala- og mentanarøkinum hjá kommununi og harundir liggjandi stovnunum og tænastunum.
Vágs kommuna skrivaði á heimasíðu sínari í gjár, at Magnus Pauli West varð settur sum trivnaðarleiðari í kommununi 1.mars.
Talan er um eitt heilt nýtt starv í Vágs Kommunu. Umframt omanfyrinevndu ábyrgd, hevur trivnaðarleiðarin eisini yvirskipaðu ábyrgdina av vinnuvendu tænastunum hjá kommununi.
Um trivnaðarleiðaran skrivar kommunan, at Magnus Pauli er útbúgvin á lærda háskúlanum í Aalborg, har hann hevur nomið eina kandidat í mentan, samskifti og altjóðagerð við sergrein í leiðslu og organisatiónmentan. Umframt hetta var talan um eina bachelor í altjóða samskifti. Magnus Pauli hevur arbeiðsroyndir frá almennu og privatu vinnuni, bæði í Føroyum og uttanlands.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald