placeholder
Innanlands

Magnus Rasmussen tekur sæti á Fólkatingi í komandi viku

Hann avloysir Edmund Joensen, ið hevur biðið um farloyvi fyri eitt styttri tíðarskeið, og skal millum annað umboðað Føroyar tá allir norðurlendsku sendiharrarnir kunna um teirra arktisku strategiir

Mynd: Sambandsflokkurin á Fólkatingi

Mynd: Sambandsflokkurin á Fólkatingi

2020-10-29 13:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í komandi viku verður ein fyribils útskifting í fólkatingsmanningini hjá Sambandsflokkinum. Týsdagin 3. november avloysir Magnus Rasmussen Edmund Joensen. Hetta kemst av, at royndi fólkatingsmaðurin hevur biðið um farloyvi í eitt styttri tíðarskeið. Tað er ikki vist, júst nær Edmund verður aftur á Fólkatingi.

Magnus Rasmussen er útbúgvin lærari og var borgarstjóri í Runavíkar Kommunu í tíðarskeiðnum 2009 til og við 2015, har hann á fyrsta sinni bleiv valdur í Løgtingið. Nú er 58-ára gamli sambandsmaðurin løgtingsmaður og tingbólkaformaður, og hann skal nú royna seg fyri fyrstu ferð á Fólkatingi: 

- Eg ivaðist ikki í at taka av, tá møguleikin nú kom. Eg stillaði upp til seinasta fólkatingsval, tí eg havi áhuga fyri fólkatingsarbeiðinum, so tað er sjálvsagt, at eg taki av nú. Tað er eingin ivi um, at hetta verður ein krevjandi og spennandi avbjóðing, men eg gleði meg at koma í gongd við arbeiðið. Eg ætli mær eisini at seta meg inn í so nógv viðurskifti á Fólkatingi sum møguligt, nú eg havi møguleikan, sigur Magnus Rasmussen i tíðindaskrivinum frá Sambandsflokkinum á Fólkatingi

Fyribils fólkatingslimurin skal sum nakað av tí fyrsta til spurnartíma við forsætisráðharranum, Mette Frederiksen, og umframt at luttaka í fleiri fundum, skal hann umboða Føroyar, tá allir norðurlendsku sendiharrarnir kunna um teirra arktisku strategiir og hvussu styrkjast kann um norðurlendska samstarvið í Arktis.

Magnus Rasmussen skal tó fyrst formliga góðkennast við atkvøðugreiðslu í Fólkatingssalinum, men tað er ikki óvanligt, at fólkatingslimir biða um farloyvi, og hetta er tí at rokna sum ein formalitetur, skrivar Sambandsflokkurin á Fólkatingi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder