Hon spælir sær við rútmum og takt og skapar serstakar ljóðmyndir og eitt fangandi groove.
Maija Kauhanen er bæði tónaskald og fjølljóðførisleikari, umframt at hon við síni sterku útstráling á pallinum er einki minni enn bergtakandi. Hon fær sín íblástur úr siðbundna tónleikinum úr Finlandi og Karelia í Russlandi, og dugir ómetaliga væl at tulka gomlu løgini til nútíðina.
Tónleikurin hjá Maija bjóðar bæði gleði og sorg, ótta og vón, ungan kærleika og mist frælsi.
Maija Kauhanen hevur spælt á øllum heimsins størstu festivalum innan fólka- og heimstónleik – WOMEX, Celtic Connections, WOMAD, Folk Alliance International osfr.
2. desembur fer hon á pall í Norðurlandahúsinum.
Áðrenn Maija fer á pallin, spælir føroyska duoin Konsørn, sum í 2021 vann ein FMA fyri bestu kompositión. Konsørn eru Mattias Kapnas (klaver og synthesizer) og Jan Rúni Poulsen (trummur og slagverk).
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald