Í morgin, Sunnudagin byrjar Maisól, mentanarvikan í Vága kommunu, sum verður fram til 2. juni. Vikan verður sett sunnudagin 26. mai klokkan 15 í Vatnsoyrum.
– Hetta er ein heilt serlig vika, har dentur verður lagdur á mentan við einum fjølbroyttum úrvali av tiltøkum, sum fevna um sjónleik, tónleik, bókmentir, myndlist, dans, verkstovur, felagsskap og náttúruupplivingar. Tiltøkini eru ætlað bæði borgarum og vitjandi í øllum aldri, skrivar Vága kommuna í tíðindaskrivi.
– Mentanarvikan eitur Maisól, sum fær íblástur frá gomlu føroysku sundurbýtingini av árinum eftir tendringum: Jólasól, Torrasól, Gøsól, Einmánasól, Vársól o.s.fr. Endamálið við Maisól er at lýsa og fevna um mentanina í Vága kommunu við einum breiðum og forvitnisligum úrvali av mentanartiltøkum.
– Tiltøkini verða hildin ymsastaðni í allari kommununi, og ætlanin er at skapa eitt mentanarligt lív og eina felagsskapskenslu millum øll, ið taka lut. Hetta er ein gyltur møguleiki at uppliva Vága kommunu á ein nýggjan og spennandi hátt, har mentanin fær høvi at blóma og vísa seg fram í øllum sínum fjølbroytta margfaldi.
Flest øll tiltøkini eru ókeypis, men tørvur er á at keypa atgongumerki fyri at tryggja sær møguleika fyri at uppliva tríggjar ymiskar framførslur, skrivar kommunan.
Inniliga dansisýningin MINNISBROT verður framførd í Vakstarhúsinum sunnukvøldið 26. mai klokkan 20. Sýningin er ein granskan av sambandinum millum tveir kroppar og teirra kensluliga samanspæl, og viðger evnini longsul, tráan og nærveru.
Leikurin LORTIÐ (La Merde) eftir Christian Ceresoli verður í Listastovuni mikukvøldið 29. mai klokkan 20. Leikurin sendi skjálvtar gjøgnum altjóða leiklistaheimin tá hann varð frumframførdur í 2012 er útnevndur til eitt leiklistarligt fenomen, og hevur verið framførdur um allan heimin.
Eisini mikukvøldið 29. mai, klokkan 22 verður konsert við Mattias Kapnas á loftinum á Gamla skúla í Sandavági. Allar hesar sýningarnar hava avmarkaða atgongd.
Skráin fyri mentanarvikuna sæst her. Broytingar kunnu koma fyri orsakað av støðuni á arbeiðsmarknaðinum, verður sagt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald