Vága kommuna: Í sambandi við at Mirjam Kjølbro takkaði fyri seg sum leiðari fyri Miðgarð, eftir 18 ár í starvi sum leiðari, fyrst í útibarnagarðinum og síðan barnagarðinum Miðgarði, hevur verið søkt eftir nýggjum leiðara.
Vága kommuna hevur valt at seta Majbritt Poulsen sum nýggjan leiðara í Miðgarði.
Majbritt er 54 ára gomul, búsitandi í Vatnsoyrum. Hon er útbúgvin á skrivstovu, sum námsfrøðingur, umframt akademiútbúgving innan leiðslu og grundútbúgving sum kognitivur sálarheilsuráðgevi.
Majbritt hevur drúgvar royndir á dagstovnaøkinum. Síðan 1998 hevur Majbritt starvast sum hjálparfólk, dagrøktari, námsfrøðingur, leiðari fyri dagrøktina í Miðvági, og seinastu 13 árini hevur hon verið varaleiðari í Miðgarði.
Sum leiðari í Miðgarði kemur Majbritt at vera partur av leiðslutoyminum á barna- og ungdómsøkinum hjá Vága kommunu, og teimum verkætlanum sum eru ígongd á stovnsøkinum fyri kommununa. Eisini verður tætt samband og samstarv við leiðsluna í Sóljugarði, við tí endamáli at menna og framtíðartryggja tænastustøði fyri barnagarðsøkið í Vága kommunu, í samsvar við Visjón 2032 fyri kommununa. Harumframt kemur Majbritt at hava virknan leiklut í tvørfakligu verkætlanini ”Saman um barnið”, sum er ein verkætlan har kommunurnar í Vágum og stovnar hjá landinum arbeiða saman um, at tað skal gerast betri at vera barn í Vágum sum heild.
Í Miðgarði ganga 122 børn, har eru fýra vøggustovur, tríggjar, barnagarðsstovur, ein stova til tey seks ára gomlu og ein serstova.
Majbritt Poulsen tekur við starvinum sum leiðari frá 1. august 2024.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald