Fríggjadagin 24. mars klokkan 13 fer Malan Johansen at verja sína ph.d.-ritgerð í Kongshøll á Vestaru bryggju.
Hetta skrivar Fróðskaparsetur Føroya á heimasíðu sínari.
Ph.d.-ritgerðin hjá Maluni Johansen ber heitið Epidemiology and Genetics of Amyotrophic Lateral Sclerosis and Alzheimer’s Disease in the Faroe Islands, og føroyski samandrátturin byrjar soleiðis:
- Føroyingar eru landafrøðiliga atskildir frá meginøkinum. Orsaka av founder-effekt og avbyrging hava føroyingar minni genetiskt fjølbroytni samanborið við onnur fólkasløg í Evropa. Ein fyrimunur við at kanna avbyrgd fólkasløg er, at ílegufrábrigdi, ið eru sjáldsom aðrastaðni, síggjast oftari og eru tí lættari at eyðmerkja. Hetta er galdandi fyri Føroyar, har onkrar sjáldsamar sjúkur hava verið at sæð við hægri títtleika.
- Títtleikin av ALS í Føroyum í árunum 1987-2009 var samsvarandi við metingar í Evropa. Tað sást, at ein stórur partur av ALS sjúklingunum vóru úr Suðuroynni, har bert ein lítil partur av føroyingum búgva. Søguliga sæð hevur Suðuroyggin verið meira avbyrgd enn hinar oyggjarnar. Tann stóri parturin av ALS-tilburðum í Suðuroynni fekk okkum at kanna ALS-epidemiologi og kanna um orsøkin kundi vera ílegur.
Til ber at lesa allan samandráttin á setur.fo. Ritgerðin sjálv liggur frammi á Landsbókasavninum.
Verjan hjá Maluni Johansen er eitt alment tiltak. Tað verður eisini stroymt. Vegleiðarar hennara hava verið lektararnir Maria Skaalum Petersen og Anders Albrechtsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald