Innanlands

Malan Petersen sett sum fyrstilærari í Hvalvíkar skúla

Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum hevur sett 43-ára gomlu lærarinnuna í starvið frá 1 januar 2024 at rokna

Malan Petersen hevur havt egna fyritøku og hevur eisini eitt skifti havt leiðsluna um hendi í Kvívíkar skúla (Mynd: bumr.fo)

Malan Petersen hevur havt egna fyritøku og hevur eisini eitt skifti havt leiðsluna um hendi í Kvívíkar skúla (Mynd: bumr.fo)

2023-12-05 16:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nýggir fyrstilærari er sett í starv í Hvalvíkar skúla. Talan er um 43-ára gomlu Malan Petersen.

Barna- og útbúgvingarmálráðið boðar seinnapartin frá, at Djóni Nolsøe Joensen, hevur sett Maluna Petersen í starvið frá 1 januar 2024 at rokna.

- Malan Petersen er 43 ára gomul og tók læraraprógv í 2018, umframt at hava tikið ymisk viðkomandi skeið. Hon býr í Streymnesi og hevur undirvíst í Kvívíkar skúla hesi síðstu 6 árini. Umframt læraraútbúgving er Malan Petersen útlærd sum frisør og hevur havt egna fyritøku í 8 ár, áðrenn hon valdi at taka læraraútbúgving.

Malan Petersen hevur eitt skifti, og eftir tørvi, havt leiðsluna um hendi í Kvívíkar skúla

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder