Uttanlands

Malaysia opið fyri nýggjari leiting

Tað eru næstan fimm ár síðani liðin, at MH370 á gátuføran hátt hvarv yvir Indiska Havinum

Mynduleikar í Avstralia undir leitingini í 2014
(Mynd: EPA)

Mynduleikar í Avstralia undir leitingini í 2014 (Mynd: EPA)

2019-03-03 10:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað vakti nógvan ans kring allan heimin, tá Boing 777-220ER flogfarið hjá Malaysia Airlines ávegis til Bejing brádliga hvarv í mars 2014. Sambandið við flogfarið hvarv, og tað sást knappliga ikki á radaranum. Tað vóru tilsamans 239 fólk umborð.

Forsetin í Malaysia segði vikuna eftir, at tað var onkur ella fleiri persónar umborð, sum við vilja syrgdu fyri, at flogfarið var horvið. Tvær vikur seinni staðfesti Najib Razak, at tað ikki bar til at siga annað enn, at flogfarið var dottið niður í Indiska havið tætt við Avstralia, og at ferðafólk og manning øll vóru deyð. 

Í byrjanini luttóku nógv lond í leitingini, har tað vóru avstraliumenn, ið gingu á odda. Skipað leiting helt fram til janaur 2017. Síðani hevur amerikanska Ocean Infinity roynt seg, men leitingin í fjør gav einki úrslit. Í dag sigur ráðharrin fyri flutining í Malaysia, at stjórnin er opin fyri uppskotum frá amerikonskum ella øðrum tøknifyritøkum um at taka leitingina uppaftur.

MH370 hvarv 8. mars í 2014. Harvið er fimm-árs dagurin hósdagin. Nakrir vraklutir eru skolaðir í land ymsastaðni, ymisk viðurskifti eru staðfest, men framvegis er gátan um flogfarið ikki loyst. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder