Málfríð Lamhauge gjørdist í kvøld eina millión ríkari, tá hon rakti reyða leypin í Gekkinum í kvøld.
Heili tríggjar milliónir vóru upp á spæl í Gekkinum í kvøld, og hóast nógvar húgvuveitslur eru í kvøld, munnu nógv hava spælt.
Málfríð Lamhauge, sum var í Skálavík, ringdi inn við fullari plátu og slapp at royna eydnuna. Hon valdi at deila tær tríggjar milliónirnar út í teir tríggjar leyparnar. Sostatt er ein millión at vinna, rakar man ein av leypunum.
Í fyrsta snari endaði Málfríð á 10.000 krónum, og hevði hon steðgað har, hevði hon sitið eftir við 50.000 krónum. Hon valdi at fara víðari, og tað vísti seg at vera ein røtt avgerð.
Tá rakti Málfríð á reyða leypin, og tryggjaði sær eina millión skattafríar krónur. Ikki so galið fríggjakvøld hjá henni, má sigast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald