Minnist tú fyrstu ferð, tú møtti einum norðurlendskum grannamáli?
Fyri fleiri ættarliðer svarið helst Pippi Smokkuleggur. Tað er orsøkin til at norðurlendska málvirðislønin hjá Norrøna Felagnum í Noregi, í ár verður latin svenska sjónleikaranum, Inger Nilsson, sum spældi leiklutin sum Pippi í síni tí.
Foreningen Norden í Noregi hevur á tíggjunda sinnið latið norðurlendsku málvirðislønina.
Inger Nilsson sum Pippi Smokkuleggur (Savnsmynd: EPA)
Orsøkin til at lata Inger Nilsson virðislønina í ár er, at filmsrøðin við Pippi hevur givið fleiri ættarliðum av børnum høvi at hoyra grannamál og finna gleðina av at leggja til merkis, hvussu nógv skandinavisku málini hava til felags. Pippi hevur verið við til at vit skilja hvønn annan so mikið væl í Norðurlondum, sum vit gera.
- Tað er ikki hvønn dag, ein fær heiðursløn, so hetta er ein æra. Sum árini eru gingin, havi eg veruliga ansað eftir hvussu týdningarmikil Pippi hevur verið. Men eg var ikki greið yvir, at hon eisini hevur havt eina málsliga ávirkan, sigur Inger Nilsson í samrøðu við ríðarritið hjá norrøna felagnum í Noregi, Magasinet Norden.
Í grundgevingini at geva Inger Nilsson heiðurslønina, sigur dómsnevndin millum annað soleiðis:
Tá tú lýtir aftur á barndómin, minnist tú fyrstu ferð tú møtti einum øðrum norðurlendskum máli? Var tað á eini ferð í Svøríki, ella flutti ein donsk genta inn í grannalagnum?
Ársins vinnari ímyndar fyri nógv børn fyrstu ferðina tey komu í samband við eitt grannamál. Í 50 ár hevur hennara leiklist hugtikið ættarlið av børnum framman fyri sjónvarpstólið. Frá teimum tungu brúnu køssunum í sjeytiárunum til dagsins pappírstunnu plasmaskíggjar.
Við eini byrjandi málsligari tilvitan, leggja børn til merkis, at orð kunnu líkjast, hava ymisk ljóð, rím og rútmu. Og tey hava eini einastandandi evni at gleðast um hesi frábrigdi. Ársins móttakari hevur givið børnum júst hesa gleði og venjing.
Í dag síggja vit framhaldandi, at fleiri skandinaviskar barnasendingar verða dubbað (ljóðsett av nýggjum, red.). Tað góðtaka vit ikki. Framtíðar ættarlið skulu eisini sleppa at hyggja aftur á tíðina, tá tey hittu Pippi Smokkulegg sum keldu til at skilja grannalondini.
Hesi hava fingið málheiðurslønina higartil:
2018: Sofie Gråbøl, danskur sjónleikari
2017: Ingvar Kamprad, Ikea
2016: Skam, sjónvarpstøð
2015: Martti Ahtisaari, fyrrv. finskur forseti
2014: Jakob Oftebro, norskur sjónleikari
2013: Vígdis Finnbogadóttir, fyrrv. íslendskur forseti
2012: Ghita Nørby, danskur sjónleikari
2011: Timbuktu, svenskur sangari/rappari
2010: Frederik Skavlan, norskur sjónvarpsvertur
(Mynd: visualhunt.com)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald