Innanlands

Málið í Hvannasundi: Nevningating byrjar í dag

7. juli 2021 varð ein maður fríkendur fyri dráp, men dómurin varð skotin inn fyri Eystara Landsrætt

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-02-14 10:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

7. juli í fjør var ein tá 26 ára gamal maður, sum var ákærdur fyri dráp, fríkendur í nevningatingi í Føroya rætti. Ákæruvaldið skeyt dómin inn fyri Landsrættin, og nevningatingið byrjar í dag.

Maðurin er ákærdur fyri at hava dripið 16 ára gomlu Mariu Fuglø Christiansen í Hvannasundi í november 2012, men eitt samt nevningating helt ikki, at prógv var fyri, at talan var um eina brotsgerð, og varð hann tí fríkendur.

Sambært Kringvarpinum sigur verjin hjá ákærda manninum, Karina Skou, at tey fara at krevja frídøming.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder