Innanlands

Málið um dronur hjá umhvørvisfelagsskapum skal takast upp politiskt

Hetta málið átti at verið tikið upp, so tað kann gerast greiðari, hvussu politivaldið kann handfara støður sum hesa, og forða fyri at dronur sníkja seg inn á øki, har grindadráp fer fram

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-07-02 15:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tá løgtingið kemur saman aftur á ólavsøku, átti hetta málið at verið tikið upp, so tað kann gerast greiðari, hvussu politivaldið kann handfara støður sum hesa og forða fyri, at dronur sníkja seg inn á øki, har grindadráp fer fram. 

Tað sigur Jaspur Langgaard, tingmaður fyri Sambandsflokkin, um málið við dronuni, sum varð skotin niður undir grindadrápi í Hvannasundi sunnudagin.

Fólk ilskaðust inn á at ein drona bleiv við at flúgva omanfyri, og man fann ikki útav hvør tað var, sum stýrdi henni. Ein byrsa varð funnin fram, og eitt skot varð latið av ímóti dronuni, sum eftir hetta hvarv.

Hetta er ikki loysnin, heldur tingmaðurin, sum gevur sína meining til kennar í lesarabrævi á lesarin.fo.

- Vónandi koma fram ymisk góð uppskot um, hvussu hesi álopini frá Sea Shepherd kunnu tálmast. Eg tosi helst fyri flestu løgtingslimir, tá eg eftirlýsi konstruktivum uppskotum, ið politiska skipanin kann taka til sín.

[object Object]Jaspur Langgaard til vinstru (Mynd: Jens Kr. Vang)

- At tað verður skotið við skørpum eftir ófráboðaðum dronum loysir bara ikki trupulleikan, men rakar okkum aftur í høvdið sum ein boomerang. Eisini kunnu standast vandastøður av, at ein drona verður skotin niður og møguliga dettur niður í eina mannamúgvu, sigur hann.

Jaspur Langgaard heldur, at tað er neyðugt við greiðari lóggávu, hvat viðvíkur myndatøku va grindadrápi, herundir dronumyndatøku og filmsupptøku.

Hann sigur, at hetta kann ikki loysast á ein einfaldan hátt. Og vit mugu heldur ikki gera ov stór inntriv í frælsið hjá fólki, ið koma til Føroya einans fyri at njóta og skjalfesta okkara vøkru náttúru, sigur Jaspur Langgaard.

Tingmaðurin heldur, at Føroyar áttu at havt eitt toymi, sum fekst við at staðfesta, hvørji fólkini eru, ið hjálpa Sea Shepherd ella eru beinleiðis limir í felagsskapinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder