Innanlands

Málið um kirkju á Argjum aftur í nevnd

Tað skuldi avgreiðast í gjár, men bleiv heldur beint aftur í byggi- og býarskipanarnevndina

(Mynd: Koma.fo)

(Mynd: Koma.fo)

2024-01-26 10:11 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Umstrídda kirkjan á Argjum skuldi vera fyri á býráðsfundi í Havn í gjárkvøldið, men tá avtornaði fór málið aftur í nevnd.

Tað er annars komið úr byggi- og býarskipanarnevndini, har tað so nú aftur er endað. Hesaferð var tað einmælt samtykt at beina aftur í nevnd.

Málið snýr seg um at geva byggiloyvi til nýggja kirkju við Støðlagøtu á Argjum. Mótstøða hevur verið móti staðsetingini, og skotið hevur verið upp at flyta kirkjuna longur niðan í bygdina.

Sostatt er enn framvegis avgjørt í málinum um kirkjuna á Argjum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder