Innanlands

Neystini undir Bakka tikin av skrá

Býráðið skuldi taka støðu til neystini undir Bakka, men málið varð útsett

Talan eru um í alt átta neyst undir Bakka (Mynd: Google Maps)

Talan eru um í alt átta neyst undir Bakka (Mynd: Google Maps)

2019-10-31 10:26 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað verður á einum seinni býráðsfundi, at býráðið skal taka støðu til neystini undir Bakka, sum kommunan leggur upp til skulu nýtast til frítíðar- og ítróttarvirksemi hjá áhugafeløgum.

Hóast málið stóð á skránni, og partar í málinum vóru í býráðssalinum var hetta mál tikið av skrá, og verður helst ikki viðgjørt fyrr enn um ein mánað ella seinni.

Fimm leigarar hava havt leigumál við Tórshavnar kommunu um neystini undir Bakka í nógv ár. Allir fimm leigarar hava ynski um at sleppa at halda fram við leigumálunum, og teir vísa m.a. á, at neystini verða javnan brúkt til virksemið, sum hevur við sjógvin at gera.

Kommunan hevur leigusáttmálar við Kajakkfelagið og Tórshavnar Froskmannafelag um tvey av neystunum.

Hini fýra neystini, ið privat leiga, er ætlanin at nýta til at røkka endamálinum við broyttu byggisamtyktini, ið er at nýta økið til frítíðar- og ítróttarvirksemi, sum hevur við sjógvin at gera og annað, sum kann menna ferðafólka- og býarlívið í býunum.

Les eisini grein úr Dimmalætting:
Stríð um rættin til neystini
(Bert fyri haldarar)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder