Innanlands

Málið um sammøður komið á skránna

Løgtingið skal mánadagin hava triðju og seinastu viðgerð av sammøðursmálinum, sum hesa vikuna hevur sett kílar í samgonguna

Jógvan á Lakjuni, tingformaður (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Jógvan á Lakjuni, tingformaður (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-12-16 14:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Stórur spenningur hevur verið seinastu dagarnar um, nær løgtingsformaðurin fór at seta nógv umrødda málið um sammøður á skránna. Um tað fór at vera fyri ella aftaná jól.

Nú er vegleiðandi skrá komin út fyri tingfund mánadagin, og har er umrøddað málið á skránni.

Málið kann gerast avgerandiu fyri samgonguna, tí Miðflokkurin hevur áður boðað frá, at verður tað samtykt er eingin samgonga. Tá málið varð til atkvøðugreiðslu við aðru viðgerð mánadagin atkvøddu bæði Jóhan Dahl úr Sambandsflokkinum og Annika Olsen í Fólkaflokkinum fyri, og lupu tí frá avtaluni í samgonguskjalinum.

Avtalan sigur, at samgongan skal vera samd um hvussu atkvøðast skal í málum, sum koma frá andstøðuni.

Tingfundurin byrjar klokkan 13 mánadagin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder