Innanlands

Malla Berg Olsen gjørdist 104 ára gomul

Elsta fólkið í Føroyum andaðist tollaksmessudag

(Mynd: nes.fo)

(Mynd: nes.fo)

2019-12-30 12:12 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tollaksmessudag andaðist elsta fólk í Føroyum, Malla Berg Olsen á Toftum, 104 ára gomul.

Heimasíðan hjá Nes kommunu skrivar um Mallu, at hon var fødd 3. februar 1915, var ættað úr Fornanum við Gjógv, uppvaksin Úti á Rætt á Nesi og Á For. Foreldrini vóru Óli Berg úr Heimaru Lon við Gjógv og Anna Sophie Magnina, f. Hansen, uttan av Rætt á Nesi.

Malla giftist Bernhardi Olsen úr Køkinum á Toftum. Bernhard doyði í 1991, 78 ára gamal og sat Malla sostatt einkja í 28 ár.

Malla og Bernhard fingu seks børn, Anni, Judith, Julaina, Oddvør, Sólbjørg og Karl, sum doydi í 2013, bert 61 ára gamal.

Myndir frá 100 ára føðingardegnum  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder