Aftonbladet, Expressen og aðrir svenskir miðlar skriva, at øll ferðsla til og frá Malmö Central er steðgað, og at øll fólk eru flutt burtur av stóru støðini. Orsøkin er, at fyri áleið einum tíma síðani varð ein maður skotin av løgregluni í Malmö.
Maðurin gekk á støðini og vísti hóttandi atburð. Hann hevði fleiri taskur við sær, og illgruni er um, at hann hevði spreingievni í teimum. Aftonblaðið skrivar, at nú støðin er tømd fyri fólki, eru bumbuserfrøðingar komnir á staðið at kanna taskurnar.
Tað er óvist hvør støðan hjá illgrunasama mnninum er, eftir at hann er skotin. Tað er eisini óvist, nær ferðslan kann takast uppaftur til og frá støðini í suðursvenska býnum.
Uttanlands
Malmö Central er fyribils lukkað
Løgreglan skeyt ein mann, ið vísti hóttandi atburð á støðini, og sum hevði fleiri taskur við sær, har spreingievni helst vóru í
Malmö Central er í løtuni næstan manntóm eftir tilburðin í morgun
2019-06-10 10:33
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald