Uttanlands

Malmø: Møguliga funnið vápn í toki

Ein 18 ára gamal og ein 25 ára gamal maður eru handtiknir, eftir at tollarar funnu ein illgrunasaman lut í tokinum

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-07-02 18:04 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Svenskir tollarar hava  funnið ein illgrunasaman lut á einum toki í Malmø, og tí vórðu bumbuserfrøðingar hjá svensku løgregluni boðsendir til tokstøðina í Malmø seinnapartin í dag, skrivar DR.

Í hesum sambandi eru tveir menn handtiknir, tí tey eru undir illgruna fyri at hava brotið vápnalógina og fyri at fyrireika eina gerð, sum kann elva til, at onnur fólk koma í vanda.

Tollararnir fingu illgruna til ein ungan mann, sum kom til Malmø úr Danmark við toki. Viðkomandi hevði eitt møguligt skotvápn, verður sagt.

Boð vórðu send eftir løgregluni, og 18 ára gamli maðurin varð handtikin. Serfrøðingarnir hava tikið illgrunasama lutin við sær, og vilja enn ikki upplýsa, hvat talan er um.

Ein 25 ára gamal maður, sum eisini verður mettur at vera knýttur at málinum, varð eisini handtikin á øðrum staði.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder