2024-07-08 17:16
Á Laksatorginum, sum verður 13. juli verður opið hús í Íshúsinum, har Finleif Mortensen og Sonja Ingolfsdóttir Jacobsen sýna fram málningar.
Finleif við sínum sterku og kláru litum hevur í nógv ár málað figurativar náttúrumálningar, men hann hevur flutt seg til eisini at mála abstrakt.
Sonja fer at vísa nakrar litríkar málningar, sum í høvuðsheitum koma at vísa eina løtumynd av gentum og kvinnum - ein steðgur mitt í lívsins meldri.
Laksatorgið er við bátahylin á Glyvrum, og framsýningin er opin leygardagin 13. juli frá klokkan 10-16.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald