Mentan

Málningaframsýning í Glarsmiðjuni við Finleif Mortensen

Fernisering verður klokkan 15, og verður framsýningin opin til 26. november

2021-11-11 13:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag klokkan 15 letur Finleif Mortensen upp eina framsýning í Glarsmiðjuni í Dr. Jacobsensgøtu 7 í Havn. Við á framsýningini eru 12 náttúrukompositiónir.

Hetta er fyrsta framsýning hjá Finleif bara við abstraktum málningum.

Fernisering er, sum áður nevnt, hósdagin 11.november, klokkan 15-17.

Vegna koronu sleppa bert fimm persónar inn í senn, men hetta skuldi tó ikki verið nakar trupulleiki, tá Glarsmiðjan hevur stór vindeygu út mótir vegnum, so framsýnigin sæst væl hagani frá eisini.

Framsýningin kann síggjast í vanligu upplatingartíðini frá 11-17 fram til 26. november. Málningar kunnu eisini síggjast á facebooksíðuni hjá Glarsmiðjuni.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder